Um tú einki testamenti hevur gjørt, verður arvurin býttur eftir reglunum í arvalógini.
Sambært arvalógini arva tínir ættararvingar og tín hjúnafelagi teg.
Arvurin verður býttur soleiðis, at tínir ættararvingar arva 2/3, meðan tín hjúnafelagi arvar 1/3. Er hvørki ættararvingar ella hjúnafelaga, fellur alt til landskassan.
Ættararvingar eru deilir upp í tríggjar arvaflokkar. Hesir flokkar siga, hvør hevur rætt til arvin eftir tær sambært arvalógini.
Arvaflokkar
Familjan nevnd í 1. arvaflokki hevur fyrsta rætt til arvin. Um eingin er í 1. arvaflokki, fer arvurin víðari til 2. arvaflokk. Um eingin er í 2. arvaflokki, fer arvurin víðari til 3. arvaflokk. Er heldur eingin í 3. arvaflokki, fellur arvurin til landskassan.
Um tað eru fleiri í hvørjum arvaflokki, skal arvurin deilast í eins stórar partar.
1. arvaflokkur, lívsarvingar: Tíni børn – barnabørn – børnini hjá barnabørnunum
1. arvaflokkur er settur saman av hjúnafelag og lívsarvingum. Lívsarvingar eru tíni børn, barnabørn, børn hjá barnabørnum og ættleidd børn. Stjúkbarn er ikki lívsarvingur og arvar teg ikki eftir arvalógini.
2. arvaflokkur: foreldur tíni – systkin tíni – børn hjá tínum systkjum – barnabørn hjá systkjum
Um tú hvørki hevur ein hjúnafelag ella lívsarvingar, fer arvurin til 2. arvaflokk. Um foreldur tíni eru á lívi, arva tey alt eftir tær. Um tey ikki eru á lívi, arva systkini hjá tær. Arvurin verður býttur líka. Hetta merkir, at mamma tín arvar helvtina og pápi tín helvtina. Um bert eitt foreldur er á lívi tá tú doyrt, arva lívsarvingarnir hjá foreldrinum, sum er deytt, tann partin.
3. arvaflokkur: Ommur og abbar – fastrar, mostrar, mammubeiggjar og pápabeiggjar – systkinabørn
Um eingin situr eftir, sum hoyrir til arvaklassa 1 ella 2, so arva ommurnar og abbarnir hjá tær 1/4 hvør. Um ein teirra er deyður, fer tann parturin víðari til lívsarvingarnar hjá viðkomandi.
