Einlig uttan børn

Hvør arvar teg tá tú ert einsamøll/einsamallur og eingin børn hevur

  • Um eingin hjúnafelagi, børn ella aðrir lívsarvingar sita eftir tá tú doyr, og tú ikki hevur gjørt testamenti, so verður arvurin býttur soleiðis:

Í tínari støðu er arvaraðfylgjan sum niðanfyri: Um arvingar eru í 1. rað, so arva tey, hereftir arva tey í 2. rað osfr. 

  1. Tíni foreldur
  2. Tíni systkin, teirra børn og teirra barnabørn
  3. Tínar ommur og tínir abbar. Um ein teirra er deyður, fer tann parturin víðari til lívsarvingarnar hjá viðkomandi.

So framt eingin er i nøkrum arvaflokki omanfyri, so fer arvurin til landskassan.

Hví fáa tær eitt testamenti

  • Um tú doyrt, uttan at nakar lívsarvingur ella hjúnafelagi situr eftir, burdi tú umhugsað, um tín arvur verður býttur til tey, tú ynskir.
  • Tá tú ongan hjúnafelaga/lívsarvingar hevur, kanst tú ráða yvir øllum tínum arvi í einum testamenti.