Notartestamenti
Eitt notartestamenti skal vera skrivligt og skal undirskrivast ella staðfestast, meðan notarurin er hjástaddur. Hetta verður sum útgangsstøði gjørt á Notarskrivstovuni í Føroya Rætti. Notarurin skal undirskriva testamenti og vátta fylgjandi:
- Samleikan hjá tí, sum ger testamenti
- Um viðkomandi hevur førleikar og skil fyri at gera testamenti – testamentsgegnigur.
- Viðmerkja møguligar aðrar umstøður, ið kunnu hava týdning fyri um testamentið er gildigt.
Tá eitt testamenti skal undirskrivast ella staðfestast, skalt tú hava fylgjandi við tær:
– Almenna løgváttan við mynd á, eitt nú pass ella koyrikort.
– Upprunaliga testamentið, umframt eitt avrit.
Einki rættargjald skal gjaldast, tá ið testamenti verður gjørt ella tikið aftur.
Annars kostar hvørt skjal, har undirskrift verður váttað kr. 50, og hvørt avrit kostar kr. 20.
Vitnitestamenti
Eitt vitnitestamenti skal vera skrivligt og undirskrivast ella staðfestast, meðan tvey vitni eru hjástødd, og sum beint eftir skriva teirra navn á testamentið. Hesi kallast testamentsvitni og tey skulu vera til staðar, tí at tann, ið stovnar testamentið, ynskir tað. Tey skulu vita, at tey eru har fyri at vitna stovnan av einum testamenti. Fylgjandi treytir skulu haldast, fyri at testamenti skal hava gildi:
- Vitnini skulu vera minst 18 ár, og skulu vera før fyri at skilja, hvat tað inniber at vera testamentsvitni.
- Vitnini kunnu ikki hava serligan áhuga í, at testamentið verður gjørt. Tí kann mann ikki vitna, um testamentið er til fyrimuns fyri vitnið sjálvt, tey nærmastu hjá viðkomandi ella onkran person/felagsskap, sum viðkomandi hevur tætt tilknýti at.
Neyðtestamenti
Um tú vegna sjúku ella neyð ert forðað/ur í at gera eitt notar- ella vitnitestamenti, kanst tú gera eitt sokallað neyðtestamenti. Tað eru eingin formkrøv til, hvussu eitt tílíkt verður gjørt. Hetta merkir, at eitt hvørt slag av fráboðan frá tær, t.d. munnliga til tvey vitnir ella eitt undirskrivað skjal, kann brúkast. Eitt neyðtestamenti fellur burtur 3 mánaðir, eftir at tú hevði møguleika fyri at gera eitt notar- ella vitnitestamenti.
Hvat testamenti skal eg velja?
Høvuðstreytin fyri at gera eitt testamenti er, at tú hevur neyðugan førleika og skil, tá testamentið verður gjørt. Hetta kallast eisini testamentsgegni.
Testamentsgegni er eitt av teimum tingunum, sum notarurin ansar eftir, og tískil vilja vit viðmæla øllum at velja notartestamenti. Um onkur seinni skuldi sátt iva um, um tann, sum gjørdi testamentið, var testamentsgegnigur, er átekningin frá notarinum um, at viðkomandi var testamentsgegnigur eitt sterkt prógv, sum kann verða torført at skúgva til viks.
Ein annar stórur fyrimunur við einum notartestamenti er, at tú kanst vera vísur í, at testamentið kemur fram, tá tíðin er komin til tað. Hetta tí, at notarurin hevur eitt avrit av tínum testamenti, og verður avrit latið skiftirættinum, sum so finnur hetta fram í samband við deyða tín.
Við einum vitnitestamenti, sum tú bert hevur goymt eitt avrit av sjálv/ur, er tað vandi fyri at hetta verður burtur og tískil ongantíð kemur fram.
Nær er mítt testamenti galdandi?
Títt testamenti er galdandi frá tí løtu, tað er undirskrivað.
Vit viðmæla, at tú goymir títt testamenti eitt trygt stað, har tað tó er lætt at finna. Vit viðmæla eisini, at tú javnan lesur títt testamenti ígjøgnum fyri at tryggja tær, at tað sum stendur í tí, framvegis er títt ynski, ella um nakað skal dagførast ella broytast.
Skuldi tú ynskt at framt broytingar í verandi testamenti, kunnu vit eisini hjálpa tær.
Ring ella skriva til okkum.