Við at gera eitt testamenti, kanst tú ávirka, hvussu tín ogn verður býtt, tá tú doyr.
Um tú ikki gert testamenti, so verður tín arvur býttur eftir reglum í arvalógini. Hesar reglar kunnu ofta viðføra, at tað ikki eru tey, ið tú ynskir skulu arva eftir teg, sum arva. Við at gera eitt testamenti, kanst tú ávirka hvussu arvurin verður býttur, so tú kanst tryggja arvin eftir tær til tíni. Herumframt hevur tú møguleika at avgera, at arvurin skal vera serogn.
Hvussu stóran part av tínum ognum tú kanst ráða yvir við testamenti, kann deilast soleiðis upp:
Um tú hvørki hevur nakrar lívsarvingar ella ein hjúnafelaga, so kanst tú við testamenti ráða yvir allari ogn tínari, 1/1.
Um tú hevur børn og/ella ert í einum hjúnabandi, so kanst tú við testamenti ráða yvir helvtini av tínum ognum, hin helvtin er tvangsarvur til tíni børn og tín hjúnafelaga.