Hvør arvar teg, um tú ert einlig/ur og hevur børn

Um tú ert einlig/ur og hevur børn, so arva børn tíni alt. Tey arva eins stóran part hvør.

Niðanfyri sært tú arvaraðfylgjuna í tínum føri. Um tað eru arvingar í 1. rað, so arva tey, annars arva fólkini í 2. rað, osfr.

  1. Tíni børn, teirra børn og teirra barnabørn
  2. Tíni foreldur
  3. Tíni systkin, teirra børn og teirra barnabørn

Sí annars meir um arvaflokkar her.

Hvat merkir hetta fyri teg? Og hví stovna eitt testamenti?

  • Tíni børn eru tínir tvangsarvingar og hava eftir arvareglunum rætt til minimum teirra tvangsarv, sum í løtuni er 1/3 av tínum arvi. Hinir 2/3 kanst tú sjálv/ur ráða yvir við testamenti.
  • Tú kanst vil einum testamenti velja, at arvurin til tíni børn skal vera teirra serogn. Við at gera arvin til serogn, kanst tú tryggja at arvurin ikki skal býtast um børn tíni verða sundurskild frá teirra hjúnafelag.