Í hjúnabandi við børnum

Hjúnafelagar við felagsbørnum

  • Um tit hava børn, arvar hjúnafelagi tín 1/3 eftir tær, meðan børn tíni skulu deila restina – 2/3 – í eins stórar partar.
  • Hjúnafelagar kunnu við testamenti avgera at tey skulu arva hvønn annan mest møguligt. Hetta merkir, at arvurin til børnini verður settur niður til einans at umfata tvangsarvin, sum er helvtin av tí, sum tey annars høvdu arva, tvs. 1/3 og ikki 2/3. Hjúnafelagin arvar hereftir 2/3.

Arvarekkjufylgjan er hendan: Um arvingar eru í 1. rað, so arva tey, hereftir arva tey í 2. rað osfr. 

  1. Tín hjúnafelagi og tíni børn
  2. Tíni barnabørn
  3. Tíni foreldur

Hvat ynskja hjúnafelagar við felagsbørnum ofta við einum testamenti?

  • Um tit eru gift og hava eitt ella fleiri felagsbørn, men eingin børn frá fyrrverandi parløgum (serbarn) – so eru tað serliga tvær orsøkir til at gera eitt testamenti.
    • Hjúnafelagar avgera oftast, at arvurin skal tryggja børnini best møguligt. Hetta kann gerast við, at arvurin til børnini verður gjørd til teirra serogn. Hetta merkir, at arvurin ikki skal deilast við teirra makar um tey enda í hjúnaskilnaði.
    • Eftir arvalógini kann longstlivandi hjúnafelagin velja at sita í óskiftum búgvi. Men um viðkomandi av onkrari orsøk ikki kann ella ynskir at sita í óskiftum búgvi, kann arvurin til tann longstlivandi økjast við at gera eitt testamenti. Soleiðis at longstlivandi kann arva 2/3 ístaðin fyri 1/3 – og kann hetta vera meira ynskiligt enn at sita í óskiftum búgvi.

Hjúnafelagar við serbørnum

  • Um ein av hjúnafeløgunum hevur eitt ella fleiri børn frá fyrrverandi parløgum – serbørn – hevur longstlivandi ikki automatisk møguleika fyri at sita í óskiftum búgvi. Hetta krevur samtykki frá serbørnunum hjá tí deyða.
  • Tá tann longstlivandi hjúnafelagin doyr, skal arvurin býtast millum børnini. Arvurin til tað einkulta barni verður býttur ymiskt, alt eftir, hvør hjúnafelagið doyr fyrst.
  • Ofta arva børnini hjá tí hjúnafelagnum, ið livir longst, meir enn børnini hjá tí som doyr fyrst. Hetta kann fyribyrjast við einum testamenti, har tit avgera hvussu arvurin skal deilast.

Hvat ynskja hjúnafelagar við serbørnum ofta við einum testamenti?

  • At tann hjúnafelagin, sum livir longst skal arva mest møguligt
  • At hjúnafelagarnir í felag avgera, hvussu arvurin skal deilast millum børnini, tá longstlivandi doyr. Óansæð hvør doyr fyrst.
  • At arvurin til børnini, skal tryggja børnini best møguligt við at gerast til serogn teirra. Hetta merkir, at arvurin ikki skal deilast við teirra makar um tey enda í hjúnaskilnaði.

Ring ella skriva til okkum um tú ynskir hjálp til at gera eitt testamenti.

Go back

Your message has been sent

Warning
Warning
Warning
Warning
Warning.

Vit eru altíð tøk
Tlf. 78 72 71
Teldupost: arvur@hotmail.com