Í parlagi uttan børn

Pør, ið ikki eru gingin saman í hjúnaband, arva ikki automatisk hvønn annan. Um tú ert í parlagi uttan børn, kanst tú við testamenti ráða yvir øllum tínum ognum. Um tú einki testamenti hevur, er arvaraðfylgjan í tínari støðu hendan:

Um arvingar eru í 1. rað, so arva tey, annars fer tað víðari til fólkini í 2. rað osfr.

  1. Tíni foreldur
  2. Tíni systkin ella teirra børn
  3. Tínar ommur og tínir abbar.

Sí meira um arvaflokkarnar her.

Vit mæla tí til, at tit við einum testamenti, tryggja hvønn annan mest møguligt.

Hví upprætta eitt testamenti

  • Tey flestu pør ynskja, at tey skulu arva eftir hvørjum øðrum. Hetta er bert møguligt við at gera eitt testamenti tá tit ikki eru í hjúnabandi.

Pør, sum liva saman og ikki hava børn, velja ofta fylgjandi í teirra testamenti

  • at tann av tykkum, sum livir longst, skal arva mest møguligt eftir tí, sum doyr fyrst.
  • at tá tann síðsti av tykkum doyr, og tit ikki hava børn, so skal alt deilast millum familjurnar hjá báðum – ella til onkran ávísan persón ella vælgerandi endamál.
  • at arvurin til tykkara arvingar skal vera serogn og tískil ikki deilast við hjúnaskilnaði.
  • at testamenti skal framtíðartryggjast við at orðast soleiðis, at hædd verður tikin fyri, at tit møguliga fáa børn seinni ella ganga saman í hjúnaband.

Ring ella skriva til okkum um tú ynskir hjálp til at gera eitt testamenti.

Go back

Your message has been sent

Warning
Warning
Warning
Warning
Warning.

Vit eru altíð tøk
Tlf. 78 72 71
Teldupost: arvur@hotmail.com