Tankin handan arvur.fo er, at tín arvur skal tryggja tíni.
Arvur er ikki nakað fólk hugsa um í gerandisdegnum, men tað er umráðandi at taka støðu til, áðrenn tað er ov seint.
Fleiri fólk ynskja at gera eitt testamenti, men tað kann vera torført at taka endaliga stigið. Við arvur.fo skal hetta gerast lættari og bíligari!
Tú kanst seta teg í samband við meg beinleiðis her á heimasíðuni, senda mær ein teldupost á arvur@hotmail.com ella ringja beinleiðis til mín, Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther, á telefonnummar 78 72 71.
Hereftir kanst tú velja at fáa ráðgeving yvir telefon ella við, at vit hittast til ein fund. Um tú ynskir ein fund, er tað eisini møguligt at eg komi heim til tín. Tað er mítt ynski, at tað skal verða so lætt sum gjørligt fyri teg!

Arvur.fo er stovnað av Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther.
Eg eri útbúgvin løgfrøðingur frá Universitetinum í Keypmannahavn í 2017.